Vágin var spegilsblonk og allur býurin svav, ein friðsælur og stillur morgun.
Haldi Klaksvíksangurin hóskar væl til myndirnar og ikki undra meg at Bernhard Brim hevur akkurát yrkt sangin í hesum veðrinum, sum er ímorgun..
1. Tað er vakurt í Klaksvík á sumri,
tá ið sólin hon kyssir hvørt stráð,
og ei skýkloddi hómast á himli,
og ei fleyr sæst á speglblonki vág.
Tá hvør smáblóma tárar av gleði,
og hvør títlingur syngur við gleim,
og av hjarta lovprísar tí degi,
tá hann valdi sær Klaksvík til heim.
Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi,
tá ið roðin um Nestindar fer,
og hvørt fjall eins og reyðargull skínur,
ert tú paradís mitt her í verð.
2. Tað er vakurt í Klaksvík á vetri,
tá í brúðarlín klæðast øll fjøll,
og tá flerfrynsar hanga í hamri,
meðan norðættin strýkur um vøll.
Tá er Klaksvík ein tryggjandi staður
fyri skipum, ið søkja sær havn,
og tí smílist hvørt sjómaður glaður,
tá ið Klaksvíkin er fyri stavn.
Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi,
tá ið stjørnurnar blunka so blítt,
og tá mánin um Oyrarfjall stígur,
ger hann Klaksvík til dreymaland mítt.
3. Her er stuttligt á Norðoyastevnu,
tá ið ungfólkið møtist til leik
her at royna sær kynstur og evni,
her hvar blíðskapurin aldri sveik.
Tí at Klaksvík er Norðoya móðir,
hon er norðoyinga álit og trygd,
her er menning og nørandi gróður,
her í Norðoya prúðastu bygd.
Orð: Bernhard Brim
Lag 1: Sigfús Halldórsson
Lag 2: Amerikanskt fólkalag
SáH