Tá ið 27 mans fóru avstað í september í 1988 vóru tað góð líkindi til rakstur. Men veðrið byrjaði, at blíva ringt og avgjørt varð so at sleppa sær av oynni. Tá ið teir høvdu sett 17 mans av til útróðrarbátarnir - brast knappliga á - og 10 mans vóru eftir í tí ringasta illveðrinum, ein kann fyristilla sær, greiddi Róin frá.
Vanliga so høvdu teir ikki brúkt meira enn ein hálvan tíma at ganga til Hellina, men av tí at tað varð illveður, so brúktu teir 10 mennirnir 4 ½ tíma uppá gongutúrin. Vátir & kaldir komu teir so umsíður til Hellina í Lítlu Dímun og har skiftust teir um at liggja ella sita. 6 mans kundu liggja - ímeðan 4 kundu sita.
Róin fortaldi eisini frá, at um tað ikki varð fyri tann staðkenda Tórður Vang - so varð ikki sikkurt, at teir høvdu funnið vegin framm til Helluna, tí tað varð myrkt, hált, vindur og nógv regn. Teir vóru sum vera man - bundnir saman á línu, tá ið teir gingu hesa farligu leið í hesum illveðrinum - fortaldi Schrøter frá.
Tá ið veðrið varð blivi eitt sindur betri sunnudagin, so royndu manningin umborð á Ólavur Halga enn eina ferð við einari bjarginarroynd og hesa ferð, so eydnaðist tað teimum, at fáa frásøgumannin Róin Scrøter umborð á bátin og greiddi Ellintur eisini frá, at umborð á bátinum høvdu teir tveitt madrassur umborð, so at maður ikki skuldi koma til skaðis, tá ið teir drógu hann umborð.
Dagin eftir - so blivu restin av fólkunum í Lítlu Dímun bjargaðir av manningini umborð av Ólavur Halga - og tá høvdu hesir menn also ligið 3 dagar í Hellinum á Lítlu Dímun. Alt í alt, so vóru mong samlaði saman fyri at hoyra hvussu tað varð at liggja veðurfastur í Hellinum á Lítlu Dímun og varð hetta ein sera lívligur & áhugaverdur frásøgn.
JáH (y) 21.02.2015