Kl. 16.30 ídag legði rithøvundir Birg Waag Høgnesen bókina fram.
Palli Ziskason ynski øllum at vera vælkomin og síðani fekk rithøvundir Birgir orðið, har hann gav eina gjølla frágreiðing um bókina og endaði hann fyrilesturin við, at geva konunihjá Benna skiparnum á Sundabergi fyrsta eintakið av bókini.
Annfinn Nielsen og Eyðun Nolsøe sungu Sundabergsangin, ein sera vakur sangur og gjørdist tað ein rørandi løtu, har Annfinn sang og myndirnar av Sundabergi vóru á stórskýggja aftanfyri.
Rúna Sivertsen fekk síðani orðið, har hon fortaldi um hendingina og um pápa sín.
Borgmeistarin Jógvan Skorðheim helt eisini røðu og fortaldi hann hvussu stóran týdning fiskivinnan hevði fyri Klaksvíkina og trygdina umborð á skipum fyrr og nú.
Síðani bleiv øll manningin rópt fram, har felagsmynd bleiv tikin av teimum, men har vóru ikki allir. Onkur vóru farnir í Harrans hendur og onkrir vóru burturstaddir.
Ein hátíðarlig løta var komin at enda í Býráðshúsinum í Klaksvík. Bókin fæst kring alt landi og kostar hon 300,00 kr.
SáH