NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Svimjifelagið Ægir er svartiper í stóra spælinum hjá Klaksvíkar Kommunu

22/10/2015

Comments

 
Picture
​Ongin 50 metur hylur til Norðoyggjar. Suðurøki hevur ein og Høvuðsstaðurin fær ein, eftir situr Ægir við svartaper.

Ægir er á veg upp. Ægir vann síðstu kappingina í Føroyum, sum var suðuri í Vági. Hetta er ikki hent í fleiri ár.

Vit hava nógvar altjóða svimjarar, eitt nú, Álvi Hjelm, Ásbjørn Hjelm, Krista Mørkøre, Signhild Joensen og fleiri onnur, sum hava sett sær sera høg mál, eitt nú kappast tey í NJM, NM og VM og onkur kemur væntandi til tær Olimpisku leikirnar.

Taka vit Signhild Joensen, so er hon nummar fýra í øllum Europa fyri 15-16 ára gomul í 200 metur rygg og hon er bert 14 ár, sjá styrkjulistan herundir. Má spyrja tykkum í Klaksvíkar Kommunu, hvat ætla tit við Ægir?, Vit hava ikki ein gang eitt felagsrúm ella skrivstovu? Vit hava ein útlendskan venjara, hetta er fyrstu ferð í 40 ára søguni hjá Ægir og hann skiftir í einum rúmið, sum er 4 fermetrar og má leggja klæðir og annað á ein stól viðsíðuna av einum vaski.

Tit skriva á tykkara heimasíðu, um eina Rennibreyt og ein eyka vøll, hvar er Ægir í hesum spælinum? Havi eisini hoyrt, at tit eru í ferð við at byggja eitt nýtt skýlið? tí annars fella pengarnir hjá UEFA niður á gólvið. 

Har stendur eisini á heimasíðuni, at tey, ið skulu brúka karmarnar verða hoyrd í samband við byggiskránna. Eg kann upplýsa tykkum í Klaksvíkar Kommunu, at Ægir als ikki bleiv eftirspurt, tá ið tit gjørdi umvælingarnar á Klaksvíkar Svimjihøll til ein familjuhyl, har Ægir bleiv koyrt væl og viðurliga til síðis og nú skulu vit deila Svimjihøllina við ýlandi børn í Baðilandinum og upppumpaði fólk, sum hava fingið eina privata Fitness høll í Svimjihøllina og brúka hølini hjá Svimjihøllini til umklæðisrúm við brúsum og hitarúmið.

Var sjálvir sera skeptiskur við Fitness hølinum í Klaksvíkar Svimjihøll, men skal eg vera erligur, so hevur hon roynst væl álíkavæl, har Ægir er sloppin inn at venja fyri eitt leigugjald um mánaðin. Enn ein útreiðsla hjá Ægir, men okkara útlendski venjari ynskir, at okkara svimjarar eisini skulu hava hendan møguleika. Sjálvandi skuldi Fitness hølini hoyrt til Klaksvíkar Svimjihøll, tá ið man hevði ein so stóra umvæling fyri fleiri milliónir og eini Fitness hølir hoyra til eina Svimjihøll. 

Mítt uppskot er, at siga leigusáttmálan upp skjótast gjørligt við privatu eigarnar og keypa sær Fitnessútgerð til Svimjihøllina, so Svimjihøllin eigur tær inntøkurnar og tað kann eisini betra um fíggjarstøðuna hjá høllini.

Til síðst má eg siga, at vit sjálvandi skulu gera ein 50 metur hyl í Klaksvík skjótast gjørligt, seta eina bygginevnd við fólkum, sum hava tilknýtið til svimjingina, tí ein 50 metur hylur skal gerast, fyrr ella seinni og hví bíða? tá ið Tórshavn er íholt við at fara ígongd. Haldi tekningar eru tøkar til ein 50 metur hyl í Klaksvík og eg veit, at møguliga ein útlendskur grunnur hevði hug at seta 15 milliónir í tað ætlanina tá, men kanska teir pengarnar eru farnir sín veg.

Símun á Høvdanum, formaður Ægir

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.