Ein var Sveinur Tróndason, sum hevði leita sær til Klaksvíkar leygardagin og hevur Sveinur verið nógv frammi í fjølmiðjunum hetta seinsta árið.
Vit fingu okkum eitt langt kaffiprát saman og tá eg spurdi hann, hvussu gekk á Portalinum? segði hann, at hann hevði akkurát sagt upp.
Sveinur Tróndason hevur verið fjølmiðlamaður síðani 1997, har hann hevur arbeitt á Sosialinum, Vinnuvitan, Fregnum, Dimmalætting og tað síðsta arbeiðið hann hevði sum fjølmiðlamaður, var sum redaktiónsleiðari á Portal.fo, sum partafelagið Knassar eigur.
Her vangamyndin av Sveinur Tróndason, sum Kringvarpið hevði av honum í januar 2014. Klikk á link niðanfyri:
Mynd: KVF
SáH