"Hvat er tað ikki gott við góðum fólki! :')
Her síggja tit 95 barnatroyggjur, húgvur, ullintar hosur og guð viti hvat, sum er komi allan vegin úr Suðuroy. Har eru nakrar eldri kvinnur sum møtast í Vági, fyri at binda klæði til køld børn í Rumenia, og so er tað ein 87 ára gomul kvinna á Tvøroyri sum eisini bindur. Tað er so stuttligt at vera í kirkjukjallarnum, og síggja alt sum kemur inn til hesi neyðars børn úti í heiminum, og ikki minst hugaligt at hjálpa til tá Absalon skal avstað smile-humørikon Hesar kvinnur eiga stórt rós uppiborði"
Ja, hasar Suðuroyarkonurnar eiga rós uppiborði.
Kelda: Rúna N. Bjartalíð
SáH