Súsanna Olsen er 54 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í 2004, bachelor í sjukrarøkt frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009 umframt Master í Hospital Management frá Syd Dansk Universiteti í Odense í 2013.
Súsanna Olsen hevur drúgvar royndir innan heilsuverkið, m.a. frá fleiri deildum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum og uttanlands. Eisini hevur Súsanna Olsen leiðsluroyndir sum deildarleiðari á sambýli og síðani 2013 sum leiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Súsanna Olsen byrjar í starvinum beinanvegin.