NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stuttlig endurreising á Norðoyastevnu

22/5/2018

Comments

 
Billede
​Norðoyastevnan ið verður hildin í Klaksvík fyrsta vikuskiftið í juni, er fyrsta stevnan á árinum. Tað er á Norðoyastevnu, at kappróðrarfeløgini skjóta kappingarárið í gongd, og soleiðis eisini summarið. Hettar er nú sum fyrr, men Norðoyastevnan kann sigast at verða nógv broytt síðani tað bleiv koyrandi ígjøgnum Norðoyatunnilin. Ein fastur táttur ið plagdi at verða á Norðoyastevnu var Norðoyastevnuteitið; ella bert “teitið” ið tað varð kallað. Teitið, sum vit kendu tað, fór tó í dvala og hevur ikki verið á Norðoyastevnuskránni síðani 2005. Teitið, har tað ið áður var so álvarsamt, í eina løtu varð vent til skemt, varð altíð væl vitjað. Ikki minst varð tað ómakaleyst hjá stevnugestum, at detta inn á gátt í Atlantis, har leikarar úr Klaksvíkar sjónleikarafelag syrgdu fyri, at vit saman kundu flenna at lokalum og samfelagsligum evnum, ið høvdu stungið seg upp ígjøgnum árið; ella bert fyri lítlari løtu síðani. Jú víst var tað gaman at møtast á stevnu!

Eftir øll hesi árini uttan teitið á Norðoyastevnuskránni, endurreisa klaksvíkingar nú Norðoyastevnuteitið! Og Klaksvíkar Sjónleikarafelag syrgir fyri, at til Norðoyastevnuteitið 2018 verður alt sum fyrr:  Onkur rámandi táttur, túnatos á tiltikna bonkinum og tónleikur frá húsaorkestrinum – alt samalt á pallinum í Atlantis. Endurreisingin 2018 snýr seg um, hvussu vit onkuntíð muga lýta aftureftir, fyri at kunna flyta okkum frameftir.

Endurreising av Teitinum og Nevndini

Á nevndarfundi hjá Klaksvikar sjónleikarafelag 17. mai, varð nevndin skipað av nýggjum. Norðoyastevnuteitið 2018 verður sostatt endurreist, undir leiðslu av nýggjari nevnd, sum nú sær soleiðis út: Ann Mari Jaspursdóttir Midjord (forkvinna), Durita Samuelsen (næstforkvinna), Nicolina Rubeksen (skrivari), Louis Poulsen (kassameistari), Durita Joensen (nevndarlimur), Jógvan Salomon Joensen (tiltakslimur) og Jógvan á Høvdanum (tiltakslimur).

Mest sum øll nevndin verður at síggja á palli á Norðoyastevnu, við einari rúgvu av góðum fólki afturat sær. Norðoyastevnuteitið 2018 kann sigast at verða væl manna, við einari stórari leikarafjøld, ljóð- og ljós monnum og tónleikarum: 

Tey leikandi: Durita Joensen, Emry Jo, Louis Poulsen, Jógvan á Høvdanum, Eliana Svøðstein, Barbara Hentze, Durita Samuelsen, Nicolina Rubeksen, Jancy Poulsen, Liljan Eysturdal Køtlum, Clara Kristina Sigurðsson og Hanus Gregersen.

Ljóð- og ljós menn: Rói Leiti Poulsen og Kristian Danbjørg Heinesen
Tónleikarar: Oddur Joensen (gitar), Djóni Nolsøe Fischer (bass) og Harald Fonsdal Johannesen (trummur)

Ongantíð hevur ein endurreising verið so stuttlig, og til ber at uppliva hana, við at trýsta á leinkjuna her: http://www.atlantis.fo/cinema/movie/18590

Vit gleða okkum at síggja tykkum í Klaksvík. Góða Norðoyastevnu!

JáH (y) 22.05.2018
Kelda: Klaksvíkar Sjónleikarafelag

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.