Heldur góða gongdin fram, sum vit hava sæð í mai og juni, verður skattainntøkan fyri árið 240 mió. kr. Samlaðu inntøkurnar í kommununi fyri fyrrá hálvár vísa annars ein vøkstur á 4,9 mió. kr. í mun til somu mánaðir í fjør. Vøksturin fyri hálvárið er 4,5%.
Vøksturin hægri enn miðal fyri landið
Fyri bæði land og kommunur var stór hækking í skattainntøkunum í juni. Lutfalsliga meirinntøkan hjá øllum kommununum var tilsamans 8,35 % (13,2% í Klaksvíkar kommunu). Samlaðu inntøkurnar í kommunuskatti higartil í ár eru 5,59 prosent hægri.
Meirinntøkan í landsskattinum var 11,86 prosent ella 17,4 milliónir hægri enn í fjør. Lønarskatturin var 6,79 prosent ella 2,6 milliónir hægri í juni 2022, enn hann var í juni 2021. Samlaðu inntøkurnar í landsskatti higartil í ár eru 7,38 prosent hægri.
Klaksvík Kommuna