
Í gjár vóru 1125 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð. 3782 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 4971 smittað við korona, tvey eru innløgd við korona, eingin innlagdur vegna korona, og 19 eru deyð við korona í Føroyum
Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri