
Heildarráðgevin, FuglArk, hevur eisini gjørt avtalu við undirráðgevarar um konstruktión, styrki, HVS, ventilatión, el og ljóðviðurskifti. Svend Sivertsen, arkitektur, er settur sum projektleiðari.
Sanniliga er hetta eisini stór verkætlan hjá Klaksvíkar kommunu, og er nógv sett fyri, at verkætlanin skal eydnast væl handveksliga, fíggjarliga, og at tíðarætlanin heldur. Hesin skúlin kann eisini sigast vera bindiliðið í samanlagda skúlanum, so skúlin í framtíðini verður allur undir einari lon, tó at hann bygnaðar- og skipanarliga verður í fleiri eindum.
Avtalað er, at útboð skal verða í august í 2015, og skal 1. byggistig standa liðugt í mai 2018. Samlaða byggivíddin liggur um 4000 m2.
Kelda: Klaksvíkar Kommuna
SáH