Í fíggjarætlanin fyri 2022 er samlaði persónsskatturin annars mettur til 240 mió., sum er ein øking á 6,7% fyri árið. Tí er tað gleðiligt at skattainntøkan í ársins fyrsta mánaði, er væl omanfyri metta inntøkuvøksturin.
Miðal inntøkuvøksturin hjá øllum kommununum var annars 7,5%, og liggur inntøku vøksturin hjá Klaksvíkar kommunu tí eisini væl yvir miðal fyri landið. Av teimum 29 kommununum í Føroyum, høvdu 26 eina øking í inntøkunum, meðan tríggjar kommunur høvdu eina lítla lækking í inntøkunum í januar 2022.
Klaksvíkar Kommuna