Stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Fólkaheilsustýrinum. Í fyrstuni verður uppgávan at skipa og byggja nýggja stovnin upp, harundir at samansjóða teir stovnar, sum verða lagdir undir Fólkaheilsustýrið, seta neyðugt starvsfólk aftrat stjóranum og leggja ætlan fyri arbeiðið hjá Fólkaheilsustýrinum.
Umsóknarfreistin er hósdagin hin 1. september 2022.
Meira kunning fæst um starvið í starvslýsingini og stjóraprofilinum.
Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, har yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum verða skipaðar.
Fólkaheilsustýrið skal við hollum kunnleika til føroysk heilsuviðurskifti og samfelagsviðurskifti veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing. Ein týðandi uppgáva verður at menna og styrkja fólkaheilsuarbeiðið og fyribyrging. Harumframt skal Fólkaheilsustýrið veita granskingargrundaða heilsufakliga ráðgeving og menna, viðgera og skipa hagtøl og skráir á heilsuøkinum.
Les meira um Fólkaheilsustýrið í “Ætlan fyri Fólkaheilsustýri í Føroyum 2022-2028”.
Heilsumálaráðið