NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Steno Miðstøðin: Eitt nýtt kapittul í føroyskari heilsusøgu

2/8/2022

Comments

 
Picture
Viðgerðartilboð til fólk við diabetes, øðrum endokrinologiskum sjúkum og gransking fara at verða lyft upp á eitt enn hægri stig í kjalarvørrinum av at nýggja Steno Miðstøðin verður sett á stovn á nýggjárinum

Nú er lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið, sum skal heimila landsstýrismanninum í heilsumálum at taka ímóti pengunum frá Novo Nordisk Fonden. Ætlanin er, at nevndin fyri Novo Nordisk Fonden á nevndarfundi í september fer at taka støðu til samstarvið og góðkenna játtanina, so farast kann undir Steno Miðstøðina frá 1. januar 2023.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um tilgongdina higartil og væntar sær nógv av nýggju Steno Miðstøðini og samstarvinum við Novo Nordisk Fonden.

"Við Steno Miðstøðini byrjar ein nýggjur kapittul í føroyskari heilsusøgu. Vit hava frammanundan eina vælvirkandi diabetesviðgerð, men við nýggju Steno Miðstøðini verða viðgerðartilboðini til fólk við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum lyft upp á eitt enn hægri stig enn í dag. Somuleiðis eri eg glaður fyri, at samstarvið við Novo Nordisk Fonden fer at styrkja granskingina innan diabetes og endokrinologi umframt heilsugransking sum heild í Føroyum".
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden hava í eina tíð arbeitt við at gera eina virkisætlan um viðgerðartilboð, fyribyrging og gransking innan diabetes og endokrinologiskar sjúkur annars. Hetta er gjørt við støði í umfatandi fyrireikandi arbeiði saman við viðkomandi pørtum. Fleiri arbeiðsbólkar við heilsustarvsfólkum o.ø. eru settir, sum eru komnir við uppskotum um átøk at seta í verk. Virkisætlanin er orðað við støði í uppskotum hjá arbeiðsbólkunum.

Í virkisætlanini eru ein røð av viðgerðartilboðum innan diabetes og endokrinologiskar sjúkur annars umframt átøk innan fyribyrging. Talan er ikki bara um virksemið á sjálvari Steno Miðstøðini, men á øllum heilsuøkinum, t.d. hjá kommunulæknunum, sum í høvuðsheitum taka sær av sjúklingum við diabetes typu 2.

Stórur dentur verður harumframt lagdur á at menna og stimbra gransking innan diabetes og endokrinologi umframt granskingarundirstøðukervi.

At hýsa nýggju Steno Miðstøðini skal ein uppíbygging gerast á Landssjúkrahúsinum. Talan verður um at byggja uppí verandi bygning C, sum er hvíti bygningurin, ið vendir oman og niðan frá J. C. Svabosgøtu.

Á nýggjárinum byrja tær ítøkiligu fyrireikingarnar at seta tað í verk, sum stendur í virkisætlanini um viðgerðartilboð, fyribyrging, gransking og nýggjan bygning.

Samstarvið við Novo Nordisk Fonden verður galdandi í 10 ár og verður fíggjað við tilsamans 123 mió. kr. Upphæddin skal brúkast til at fíggja tey átøkini, sum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden eru samd um at samstarva um. Eftir tey fyrstu 10 árini verður møguleiki fyri at leingja samstarvið við Novo Nordisk Fonden í fýra ár í senn.

Virkisætlanin kann lesast her.

Heilsumálaráðið

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.