HB andar beint í nakkan hjá KÍ og tapir KÍ í dag, so standa hesu somu lið stavn um stavn, ímeðan B36 flýgur uppá eitt 3. pláss saman við NSÍ - um also NSÍ eisini vinnur í dag.
Um KÍ ikki hugsar um støðuna teir eru í, so skal nokk ganga. Men taka leikarnir alt fyri givið, so kann skjótt enda galið.
Fyri at vinna, so má eitt lið geva ALT teir hava - og spurningurin er so, um KÍ fer at gera tað í dag ..? Spenningurin er í hvørtfall øgiligur.
JáH (y) 29.04.2018