Mikukvøldið, 20. januar kl. 19.00 skipar TIGN fyri almennum fundi í AULINI á Læraraskúlanum. Á skránni verður orðaskifti um STATUS á eldraøkinum, nú eitt ár er fráliðið, síðani økið bleiv lagt út til kommunurnar
Vit hava hoyrt í miðlunum, millum annað frá formanninum í Skálafjarðarsamstarvinum, at eldraøkið har fer at kosta 5,8 milliónir krónur meiri enn mett varð, og at orsøkin er, at eldraøkið er dýrari enn almannaráðið hevði upplýst. Líknandi støður hava eisini verið at hoyrt frá øðrum kommunum.
Á fundinum verða stuttar framløgur frá teimum ymisku Borgarstjórunum um støðuna á eldraøkinum.
Heðin Mortensen, Jógvan Skorheim, Torbjørn Jacobsen, Rósa Samuelsen, Gerhard Lognberg, Pauli T. Petersen, Dennis Holm og Jóhannus Danielsen, formaður í Skálafjarðarsamstarvinum. Eyðgunn Samuelsen, Almannaráðið. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Orðaskifti
Orðstýrari á fundinum verður Jón Brian Hvidtfeldt.
Vegna TIGN
Rúna Sivertsen
Hanne-Dot Ludvig
Betzy Ludvig
Mary Antonsdóttir
Tóra Tórgarð