Í Dag & Viku í gjárkvøldið var mesta tíðin brúkt uppá streykuna í 2012, tá ið Pedagogarnir streykaðu fyri fyrireikingartíðina og upplýst bleiv, at tá steykaðu tey í 22 dagar. Myndir vóru vístar frá mótmælisgongur úti á Argjum, á Vaglinum, í Klubbagarðinum og har fólk vísti sína ónøgd ímóti táverandi fíggjarmálaráðharra, men núverandi fríggjamálaráharrin Kristina Háfoss, slapp snykkaleys í sendingini og har John Sigurd læs eitt ljósarreytt sms upp frá henni, har hon umskyldina, at hon ikki kundi gera samrøðu við Kringvarp Føroyar. Man kann bara gita, hví Kringvarpið fór so langt aftur í tíðina, fyri at upplýsa Føroya fólki, at tá Fólkaflokkurin hevði ábyrgdina, tá var eisini streyka. Stakkals Tjóðveldi!!!
Og fyri at gera tað enn verri, so gjørdi teir eina samrøðu við forkvinnuna í Kommunla Arbeiðsgevarafelagnum Anniku Olsen og tit kunnu gita hvønn flokk hon umboðar, ja, sjálvandi, FÓLKAFLOKKIN, har KVF royndi at geva henni skyldina fyri steykuna, men Annika Olsen borgmeistari í Tórshavn kláraði seg avbera væl og upplýstið enn einaferð, at tað er Tjóðveldiskvinnan Kristina Háfoss, sum hevur evstu maktina í hesari trætuni.
Verkfallið hevur nú vart yvir ein mánað og samgongan hevur einki gjørt og hevur fingið góðan frið frá Kringvarp Føroya, har ongin mannajagstran hevur verið og nú veit KVF ikki síni livandi ráð og eru nú farin í bandasavnið seks ár aftur í tíðina, fyri at royna at fáa Fólkaflokkin í ringt orð, so Tjóðveldi kann fáa frið við sínum blóðreyða politikki.
Norðoya Portalurin skal upplýsa blóðreyða Kringvarp Føroya, at tað er Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn sum eru í samgongu, saman við Sonju Jógvansdóttir. Haldi tíðin er komin, at tit eisini fara at mannajagstra hesa samgonguna, á sama hátt sum tit gjørdu við undanfarnu samgongu.
SáH