Spotify hevur eina nýggja leiðbeining á teirra heimasíðu, sum sigur tað, at alt haturfult innihald og haturfullur atburður - onki pláss hevur hjá teimum. Hjá Spotify meina tey sostatt, at R. Kelly hevur havt ein haturfullan atburð - og tískil so er onki pláss hjá hansara tónleiki í teirra streaming-heimasíðu.
Fólkini aftanfyri R. Kelly halda lítið um avgerðina hjá Spotify og meta, at Spotify ber seg skeivt at, tá ið ákærurnar ímóti R. Kelly eru ósannar og ikki prógvaðar.
- Hetta er ein gerð, sum stuðlar uppundir falskar og óprógvaðar ákærur. Hetta er eitt sosialt-media stunt, har valt verður síður - yvir ting, sum onki hevur við at kundatænastu at gera, siga also fólkini aftanfyri R. Kelly.
JáH (y) 11.05.2018