Sólvit E. Nolsø hevur havt nógvar tíðandi postar í Fólkalfokkinum, hann hevur verið formaður í Havnar Framburðsfealg, skrivari hjá Fólkaflokkinum og Landsstýrismaður í almannamálum, so tað verður ein missur fyri Fólkaflokkin.
Men hyggja vit ordiliga eftir, so verður tað kanska ikki tann heilt stóru missurin fyri Fólkaflokkin álíkavæl. Sólvit hevur ongantíð ordiliga sligið ígjøgnum og hann fekk bert 323 stemmur til Fólkatingsvalið og tað er alt ov lítið, tá ið man tonkir uppá, at hann er Havnamaður og var Landsstýrismaður í almannamálum og sum øll vita, so er valdømi í suðurstreymoy, tað sum hann umboðaði sera stórt, har eru næstan helvtina av øllum stemmunum í Føroyum
Árni Skaale, sum eisini bleiv Landstýrismaður sama dag sum Sólvit fekk fleiri stemmur enn Sólvit til Fólkatingsvalið og hann umboðaði Norðurøkið, sum er eitt valdømi sum er væl minni enn Suðurstreymoy.
Tykist sum at fólk fara har tey fáa mest til sín sjálvan og nú Framsókn sær út til at fáa eitt rimmar Løgtingsval tann 8. desmber, so leita tingfólk og Landsstýrisfólk til tann flokkin.
Men sum sagt, so er tað ójattaði tíðindir og tað er ikki heilt sikkurt at hann stillar upp fyri Framsókn, men keldan er álíkandi, so vit fáa at síggja seinni í dag.
SáH