NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sólvit E. Nolsø setti ráðstevnu um støðuna á eldraøkinum

15/3/2022

Comments

 
Picture
Í dag var ráðstevna um støðuna á eldraøkinum, sum Landsfelag Pensjónista saman við øðrum skipaði fyri. Nógv ymiskt og áhugavert var á skránni, og nógv fólk vóru møtt. Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, setti ráðstevnuna og helt í hesum sambandi hesa røðu:

Góðan morgun øll somul.

Í dag eru vit savnað her í Norðurlandahúsinum um evnið eldraøkið. Vit brynja okkum til dagsins avbjóðingar eins og tær komandi. Hetta krevur allar góðar kreftir. “Góður er gamal í ráðum”, sigur orðatakið, sum eisini gevur afturljóð í útsøgnini um gráa gullið. Og uttan hetta tilfeingið gerst onki.

Eldrapolitikkur tekur støði í ST-samtykt frá 1991, sum yvirskipað snýr seg um fimm grundreglurnar: sjálvræði, luttøku, umsorgan, sjálvsmenning og virðileika.

Tá eldraøkið 1. januar 2015 varð lagt til kommunurnar, varð umsitingin av heimatænastuni og eldrarøktini samstundis flutt hagar. Og sum landsstýrismaður í almannamálum eri eg ein av ábyrgdarhavarunum av eldraøkinum.

Við støði í nýggju eldralógini eru ásetingar gjørdar bæði fyri hvørji rættindi eldri borgarar hava og hvørjar skyldur kommunurnar hava mótvegis borgarunum. Lógin skal soleiðis tryggja okkara eldru borgarum samfelags rættindi og tænastur.

Tað er bæði hugaligt, gott og ikki minni neyðugt at síggja, at eftirmetingin av eldralógini er sett á skránna her í dag, eins og sjóneykan verður sett á at skilja og meta um nýggjar møguleikar innan tænastuna á eldraøkinum.

At eldast broytir liviumstøðurnar hjá øllum. Hetta vísir seg á fleiri mótum, eitt nú við bústaði.

At kunna flyta í ein minni bústað, ið er tillagaður eldri fólki, er eitt ynski, sum gongur aftur millum eldri.

Men gerandisdagurin kann vendast á høvdið eftir eini løtu, og førleikin at búgva fyri seg sjálvan verður tikin frá fólki. Tørvur er tá á meira hjálp og tænastum, og tí verður talan um ein tørv á at fáa búpláss á sambýli ella røktarheimi. Breiddin á bústaðatilboðum skal tí lagast eftir hesum tørvi.

Sum landsstýrismaður havi eg eisini ábyrgdina av bústaðaøkinum, og verður hetta mál eisini á skránni í dag.

At eldrafeløgini kring landið eru virkin, síggja og hoyra vit dagliga. Lokalfeløgini skipa fyri nógvum tiltøkum og túrum og hava ein virknan leiklut í mun til sínar limir. Tann sosiali parturin og møguleikin at hittast er ikki at undirmeta.

Sum krummtappur fyri hesi eldrafeløg er Landsfelag Pensjónista, sum virkar meira yvirskipað. Og í sambandi við lógararbeiði innan pensjónsøkið, er felagið ein týdningarmikil sparringspartur.

Afturat hesum eru eisini eldraráðini, sum hava til endamáls at ráðgeva býráðspolitikarum og at tryggja, at tey eldru verða tikin við í viðkomandi málum.

Tað er ein sannroynd, at okkara eldru eiga lívsroyndir og vitan, sum eiga at verða gagnnýtt og tiknar í álvara av okkara fólkaræði.

Eitt øki, har eg sum landsstýrismaður havi havt fokus frá fyrsta degi, er trotið á arbeiðsmegi á eldraøkinum. Ein veruleiki, sum meldar seg dag og dagliga, og sum tað er alneyðugt at fáa gjørt nakað við.

Avbjóðingin er tvíbýtt: okkum manglar útbúgvin starvsfólk innan økið, samstundis sum tann eldri parturin av verandi starvsfólkum hevur verið sendur av arbeiðsmarknaðinum.

Tíbetur er breið undirtøka fyri at fáa rættað upp á hesar avbjóðingar. At fáa útbúgvið starvsfólk er ikki løtuverk, men starvsfólkatrotið eigur at verða tikið í álvara. Sum liður í hesum er frágreiðingin um starvsfólkatrotið nú ávegis.

At aldursmarkið fyri at kunna vera virkin á arbeiðsmarknaðin er hækkað er eitt gott og neyðugt stig. Og gott er her í dag at fáa haldgóða kunning um, hvussu pensjónin verður mótroknað í sambandi við arbeiði.

Samstundis mugu fyrireikingarnar til at betra útbúgvingarmøguleikarnar verða loystir, so fleiri fáa møguleikan at útbúgva seg til starvsfólk innan eldraøkið.

Talið av eldri fólki í Føroyum er vaksandi og fer at vaksa í framtíðini. Hetta eiga og mugu vit taka hædd fyri, ikki minst fyri at tryggja neyðugu amboðini og fakliga tilfeingið til at lofta okkara eldru borgarum.

Sum útgangsstøði eiga vit sum samfelag at tryggja okkara eldru umstøður og karmar til at kunna halda fram við einum virknum og virðiligum gerandisdegi so leingi, sum til ber.

Sum landsstýrismaður fari eg í mínum arbeiði at virka fyri, at hesin bólkur av fólki ikki dettur niður ímillum.

Ein liður í tilgongdini at menna eitt rúmligt og eldravinarligt samfelag  er at skapa opinleika og rúma kjaki. Tað er hendan ráðstevnan eisini ein týdningarmikil lutur í. Tit í Landsfelag Pensjónista, ið hava skipað fyri og havt ábyrgd av hesi ráðstevnu, tykkum fari eg at veita ein hjartans tøkk!

Tað skal vera mítt ynski, at vit øll taka av tí góða førningi, sum verður borin okkum á hesi ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í dag.

Takk fyri!

Almannamálaráðið

Picture
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.