NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​So er Klaksvíkar Sjónleikarafelag aftur uppá spæl!

7/10/2019

Comments

 
Billede
Um tú er ein av teim, ið reikar runt um kvøldarnar kring Klaksvíkar bý, so hevur tú møguliga undrað teg á, at ljós aftur er í gomlu læknahúsunum. Hesi ikonisku gulu húsini vóru bygd í 1928, og vóru tá nýtt til bústað og læknahús, men hava jú staðið tóm líka síðan einaferð í hálvfemsinum.

Í hesum døgum tæna húsini einum øðrum endamáli. Gomlu gulu læknahúsini roynast nú sum leiktjald hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, sum jú eftirhondini er kent fyri at gera innrás í tómar bygningar kring býin.

Fyrr í ár var tað loftið á Spinnarínum, ið aftur varð lívgað upp av sjónleikarum, pallsniðgevum, teknikkarum og ikki minst av stóru mannafjøldini, sum við víðskygni og forvitnisligum eygum, fylgdu við inn í ævintýrakenda heimin hjá Kraddaranum, Fívilinum og øllum hinum gandakendu verunum.

At skapa lív í bygningar, har alt leingi hevur ligið deytt, er vorðið ein fortreyt hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, um felagnum sjálvum skal vera lív lagað. Kreativa virvarið, sum allatíðina livir í einum sjónleikarafelag, noyðist at hava eitt stað, har virvarið kann mýkjast til eitt ella annað skap. Gomlu gulu læknahúsini bleiv hettar staðið. Læknahúsið verður tí seinni í mánaðinum staðið, har víðskygni og forvitni áskoðarin fer at hava møguleika at vitja “Ræðsluhúsið”. Eitt hús har djúpasta ræðsla tín, ringasta marra tín og væl goymdi ótti tín gerast til veruliga veruleika tín!

Ræðsluhúsið letur dyrnar upp 21.oktobur og stongir aftur 03.novembur. Atgongumerkir verða sett til sølu 14.oktobur á www.atgongumerki.fo.

Sum nakað heilt serstakt fer Klaksvíkar sjónleikarafelag at gera eykað nógv burtur úr “Halloween kvøldinum”, ið er 26.oktobur. Tá fer felagið saman við Jacqson, Silvurdrongur, Joe and the shitboys og The happening at kalla saman kreativar grýlir kring landið.

Sjálvsagt eru góðir vinningar uppá spæl hettar kvøldið frá m.ø. Summarfestivalinum, Voxbotn og G!

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.