NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

So bíða vit bara spent eftir úrslitinum!

7/10/2015

Comments

 
Picture
Tann seinasti dagurin av tí víðgitna Tollmálinum varð í dag - og í dag átti so sakførarin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen orðið. Hann legði út við tær ymisku sendingarnir, sum KVF høvdu gjørt um Jørgen Niclasen - og hann fortaldi eisini frá, at hvørki KVF ella Portalurin kundi sleppa sær undan við einari yvirskrift, sum "Snýtti fyri 600.000,00 kr í tolli" uttan at tey kundu blíva straffaði fyri tað. Christian F. Andreasen vildi ikki góðtaka, at sakførarnir Ole Liedke og Bjørn av Heygum ikki sóu so stórt uppá orðið "snýt" og um tú setti orðini saman við "snýtti fyri 600.000,00 kr í tolli" - so varð onki at ivast í, at KVF og Portalurin høvdu sett tað saman soleiðis, at tað so ljóðaði straffbart - hjá tí vanliga persóninum. Hetta setti hann eisini saman við - at KVF spurdi vanlig fólk í eini sending, um tey kundu hava álit á einum slíkum persóni sum Jørgen og í sendingini søgdu tey seg ikki hava álit á honum. 
  Eisini nevndi Christian um, at hesar sendingar & greinar førdu jú við sær, at eitt misálit varð sett á Jørgen'sa persón - og sum vit øll vita, fall. Og av tí at málið varð so umfatandi sum tað varð (er), so mátti Jørgen Niclasen fara víðari í rættin við málinum. Christian nevndi eisini onkur dømir um - har danskir fjølmiðlar vóru blivnir dømdir - nevniliga fyri at kallað okkurt fyri snýt - uttan at hava haldgóð prógv fyri tí.
  Christian F. Andreasen nevndi at onki varð at ivast í, at Liljan Weihe hevði ábyrgdina av tí fyrstu sendingini, sum gjørd bleiv av KVF. Christian helt eisini, at Liljan hevði vita um greinina áðrenn tann 19. inda desember - tí tað varð hennara atlan, at fara eftir Jørgen Niclasen. Hinvegin helt Christian, at Dia Midjord átti ábyrgdina av sendingini "Lóg og Landaskil" - tí Dia hevði úttala seg eftir sendingina, at hann kundi steðga sendingini - men álíkavæl kundi hann ikki - tí tað so hevði skapa stóra yvirskrifir.

Eftir varð so bert endaspurtirnar frá øllum pørtum. Ole Liedke hevði eina ógvuliga stutta útsøgn um, at KVF hevði prógva, at Jørgen hevði snýtt, og eisini helt tann danski sakførarin hjá KVF at sakirnar sum Christian kom við - vóru óbrúkiliga.  Somuleiðis nevndi sakførarin hjá Sveinur Tróndarson, Bjørn av Heygum - at Jørgen hevði snýtt í tolli. Men eftir at teir høvdu sagt sína sak - so vildi Christian F. Andreasen ikki vera við til tað, at Jørgen Niclasen hevði snýtt, tá ið hann sat sum stjóri fyri P/F N. Niclasen og at Landskassin onki hevði mist av Jørgen sjálvum. Og til endans endurtók Christian, at ífylgi Fjølmiðlalógini frá 2007, so er onki at ivast í at Liljan varð (og er) leiðari fyri KVF tíðindasendingum.

Síðan varð sakin liðug fyri í dag og varð tað áleið liðugt kl. 14.00. Dómurin í málinum verður ikki fyrr enn tann 18. november kl. 10.00 - tá dómarnir endiliga vera lidnir at gjøgnumganga tær (minst) 2.000 síðurnar í málinum - sum má sigast, at vera eitt ógvuliga týdningarmikið mál - sum kann vera heilt avgerandi fyri - hvat leiðslan hjá KVF hevur loyvið at siga um menniskjur - uttan at hava haldgóð prógv fyri útsøgnum. Og spurningurin liggur sjálvandi eisini í luftini: "Fer hetta at fáa nakra avleiðing fyri KVF - um tey tapa sakina ..?"

​JáH (y) 07.10.2015

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.