
Fólk úr Japan eru bangin fyri støðuni úr Norður Korea og Shinzo Abe er tann einasti, sum hevur tikið hesa støðu í álvara, vilja veljarar úr Japan vera við til.
Forsætisráðharrin hevur skundað sær, at skriva út nýval, so at leiðarin úr tí demokratiska flokkinum, Yuriko Koike ikki skal hava nakran kjans at geva honum nakra mótstøðu í hesum heldur skitna valstríðnum, vilja alheimsins fjølmiðlar vera við til. Valstríðið í Japan hevur í stóran mun ígjár fevnt um støðuna í Norður Korea og hesum hevur Shinzo megna til fulnar, at gjørt eitt gott arbeiðið fyri seg og sín flokk, sum er tann Liberali-Demokratiski flokkurin.
JáH (y) 22.10.2017