NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Smidligari kæruviðgerðir – Kærustovnurin umskipaður

25/11/2021

Comments

 
Picture
​Smidligari kæruviðgerðir – Kærustovnurin umskipaður

Eitt samt løgting gjørdi í gjár av at umskipa Kærustovnin. Talan verður um eina smidligari og serføroyska skipan.

Farið verður frá at øll mál skulu leggjast fyri nevndir. Í staðin verður Kærustovnurin sjálvstøðugur stovnur, sum sjálvur viðger og tekur avgerðir um kærur, tó við møguleika fyri at knýta persónar við serkunnleika at kærumálum, har tørvur er á tí.

Í dag virkar Kærustovnurin sum fyrisiting og skrivstova hjá tólv kærunevndum. Eitt politiskt ynski er um, at kæruviðgerðir verða smidligari og effektivari, tó uttan at hetta gongur út yvir viðgerðina.

“Skipanin verður einfaldari og liðiligari enn skipanin í dag við tólv ymiskum nevndum. Hon kann skjótari lagast til nýggjan tørv og nýggj málsøki kunnu lættari leggjast til Kærustovnin. Tað týdningarmesta er, at dygdin á viðgerðini verður minst líka góð, sum hon er í dag,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Føroya Kærustovnur varð settur á stovn í 1998 og er í løtuni skrivstova hjá tólv ymiskum nevndum, sum í nógvar mátar eru sera ymiskar.

Nevndirnar verða avtiknar

Nýggja skipanin fer at hava við sær, at kærunevndirnar vera avtiknar næstu tvey árini. Hetta merkir, at kærumál ikki longur fara at noyðast at bíða eftir nevndarfundi fyri at verða avgreidd. Heimildir, sum nevndir í dag hava, verða fluttar til Kærustovnin.

Kollegiala skipanin verður tó varðveitt, soleiðis at tað altíð eru minst trý fólk við undir málsviðgerini hjá Kærustovninum. Kollegiala skipanin byggir á eina meginreglu um, at fleiri heilar hugsa betur enn ein, og at sjónarmið verða mýkt til og betrað í kjaki millum fleiri.

Meginreglan er, at tríggir løgfrøðingar vera við í hvørjari avgerð. Við hesum ber til at tryggja góðskuna í avgerðunum, samstundis sum byrgt verður fyri, at onkur situr púra einsamallur við einum fakøki. Eisini fer at bera til at knýta persónar við øðrum viðkomandi serkunnleika at málum, tá ið tað verður mett at gagna viðgerðini.

Løgmansskrivstovan

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.