
Earth Hour er eitt afturvendandi átak, har endamálið er at gera fólk kring heimin varug við veðurlagsbroytingar og harvið umhvørvið.
Leygardagin 26. marts 2022 kl. 20.30 – 21.30, sløkkir Klaksvíkar kommuna gøtuljósini. Øll eru vælkomin at stuðla tiltakinum við at sløkkja ljósini í ein tíma, frá k. 20.30 – 21.30, soleiðis at vit øll kunnu vera saman um Earth Hour.
Klaksvíkar Kommuna