Sjeyti ár eru ikki sjeyti dagar. Í ár eru liðin sjeyti ár síðani menn tóku stig til at stovnseta gulu skótarnar í Klaksvík í 1944 undir navninum Skótalið Nólsoyar Páls, - stytt SNP.
Ymiskt hevur verið, hvussu tilgongdin til skótaarbeiðið hjá SNP hevur verið hesi sjeyti árini, men stutt kann sigast, at lív hevur verið í rørðsluni meiri ella minni øll hesi árini, hóast lakari og betri tíðir hava merkt skótaarbeiði, - sum við so mongum øðrum frítíðarvirksemi.
Eitt, sum hevur merkt teir gulu skótarnar, er áhugin frá teimum eldru fyrrverandi skótunum at stuðla skótaarbeiðinum, m.a. við at stimbra undir, og at skipa fyri innsavnandi peningaligum tiltøkum, herundir stovnanin av Sankta Jørundsgildi í sjeyti árunum, har eldri skótar gjørdu eitt megnar arbeiði fyri at savna inn pening, - m.a. til at byggja verandi Uppistovu, ið er felagshølini hjá SNP.
Hóast stóra kapping frá øðrum ungdómsarbeiði av ymiskum slagi, so er í dag er eitt lítið, men virkið, lið av gulum skótum í Klaksvík, - bæði gentum og dreingum.
Og fyri at hátíðarhalda 70 ára dagin skipar unga liðið, saman við eldri skótum, fyri eini hugnaløtu í Uppistovu mikukvøldið 12. mars, har borðreitt verður við kaffi, te, køkum og øðrum undirhaldi.
M.a. fara eldir skótar at greiða frá ymiskum, ið teir hava upplivað sum skótar, eins og ein framsýning av skótalutum, myndum og øðrum frá skótalívinum verður at síggja.
Í hesum sambandi verður heitt á eldri skótar, ið halda seg hava okkurt forvitnisligt at vísa fram, um at seta seg ísamband við Árna Skaale á telefon 75 81 00 hesum viðvíkjandi.
Í sjeyti árunum varð eitt skóta-orkestur stovnsett, ið kallaðist Streingjafløkjan, og tað er eydnast at savna hendan bólkin aftur, sum eisini fer at undirhalda mikukvøldið.
Øll skótaáhugaði, yngri sum eldri, eru hjartaliga vælkomin til hugnaløtuna í Uppistovu, sum verður mikukvøldið 12. mars frá kl. 19.00.
Við skótakvøðu
SNP-leiðslan