Festival work-shop í Leikalund
kl. 10.00 - 14.00 50 kr.
Leikalund bjóðar øllum til hugnaliga og skapandi work-shop, har tú kanst gera tíni egnu festival og karnevalklæðir. Í Miðstovu verður skipað fyri hugnaligari kafé, meðan handilin er opin
Bodyflow úti í Grøv
kl. 16.00 - 17.00 25 kr.
Íðka bjóðar øllum áhugaðum til ein uttandura tíma við BODYFLOW, har vit benda og styrkja allan kroppin og fara heim við eini kenslu av sinnisró og gleði.
Legubál á Akursmørk
kl. 19.00 - 21.00
Gamlir skótar bjóða øllum í býnum at vera vælkomin til legubál á Akursmørk. Vit fara at sita kring legubálið og syngja góðar og kendar skótasangir, meðan til ber til at grilla sneiðbreyð afturvið. Tit eru vælkomin at taka termokannu og sitiundirlag við oman. Eisini eru gamlir skótar vælkomnir at lufta skótabúnan – tí minst til:
“Einaferð skóti – altíð skóti!”
Altjóða sálmakvøld í Christianskirkjuni
kl. 20.00 - 21.00
Christianskirkjan bjóðar til altjóða sálmakvøld. Marjun Lómaklett, prestur, verður litturgur og hevur eina stutta andakt. Kirkjuráðið bjóðar ein drekkamunn í kirkjukjallaranum aftaná sangløtuna.
Konsert á vánni
kl. 21.00 - 23.00
Summarfestivalurin bjóðar øllum til ókeypis konsert á vánni við festligum og livandi tónleiki.