Minst fýra fingu skaða - eftir at ein kvinna fór í høvuðsbygningin hjá Youtube, sum liggur í San Bruno í Kalifornia og skjeyt frá hond.
Løgreglan varð skjót á staðið, men tá ið teir skuldu handtaka kvinnuna, so hevði hon skotið seg sjálva. Løgreglan úr Kalifornia sigur, at talan er um brotsmannin - men veit ikki fyri fullari vissu, um tað kunna hava verið fleiri fólk, sum hava staðið aftanfyri álopið á Youtube ígjár.
JáH (y) 04.04.2018