Hvat billa teir sær inn, at fara vit fólki soleiðis. Fyrst ákæra ein fitta dámu fyri at innflyta okkurt ólógligt, síðani at kannað hana í høvd og reyv, koyra hana til Havnar og so til síðst blaka hana út á gøtuna aftaná og á miðnátt. Total langt úti.
Nei, vit liva í einum rættarsamfelag og hasin fýrarnir á flogvøllinum, kunnu ikki bara tíggja sær, sum teimum listir.
Teir skulu gera sítt arbeiðið, men fara teir ov langt, ja, so skulu teir eisini straffast. Teir hava sínar reglar at ganga eftir og eru ikki nakrar heilaðar kýr í Føroyum og vit skulu ikki finna okkum í, at okkara borgarar vera viðfarnir soleiðis.
Tað minsta er at Rúna fær eina almenna umskylding og so sjálvandi eitt stórt endurgjald. Fyristilla tykkum, at tað vóru vit, sum vóru behandlaði so illa. Sigi fyri mín part skyld, so hevði eg slett ikki góðtikið slíka viðferð.
Hetta skrivar Rúna Nón Bjartalíð á sín vegg á Facebook:
Eg haldi at tolllógin skuldi blivið broytt og tað ongantíð ov skjótt eisini!! Eg haldi tað er sera vánaligt at blíva steðgaður á flogvøllinum og vera tikin til síðis at blíva kannaður, fyri síðan at vera koyrdur til Havnar í skannara, og har finna tey heldur einki nakrastaðni! So seta tey meg bara av í farstøðini á midnátt og siga at eg má finna útav restini sjálv?? Hvat er tað fyri nakað tá man ALDRIN er dømdur fyri nakað sum helst áður?
Skuldi verið krav at teir koyrdu fólkið til hús aftaná ein tílíkan túr, ella fyri tað minsta goldið taxatúrin/busstúrin norð.
Vit á Norðoya Portalinum taka 100% undir við Rúni og hetta eigur ikki at fara aftur við borðinum. Slík óskil eigur ikki at henda aftur og eg sigi tað enn einaferð, at hetta eigur at fáa fylgur fyri Tollarnar á flogvøllinum. Fy skammi tykkum.
Her kanst tú hoyra samrøðuna við Rúni, sum Rúna hevði við Rás2 og sum In.fo hevur skrivað um klikk á myndina ella klikk her: Hetta er ov langt úti
SáH