NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Skal Kunoyar Kommuna leggja saman við Klaksvíkar Kommunu ?!?

5/1/2018

Comments

 
Billede
Henda er ein spurningur, sum eg havi sett á breddan fyrr og svarið er sera ivasamt, tí spurningurin er nakað kompliseraður ...

Um vit hyggja eftir tí fíggjarliga, so kemst ikki undan, at tær smærru kommunurnar fáa meiri og meiri á seg frá landinum og tað kann vera sera trupult at gera nýggjur íløgur hjá einari lítlari kommunu - tí tað heilt einfalt kostar sera nógv at fara í holt við nakað.

Men vend kann sjálvandi koma í og tað fíggjarliga hjá Kunoyar Kommunu er hóast alt jaligt fyri árið í ár. Vera íløgur gjørdar soleiðis, at vit í Kunoyar Kommunu t.d. fáa fólk at leiga hús í Kunoyar Kommunu og samstundis eisini gjalda skatt hjá Kunoyar Kommunu, so kann tað saktans lata seg gera - at vit vera verandi ein kommuna. Men hinvegin - kemur ongin vend í - so kemst ikki undan, at vit fara at hava tað sera trupult við tí fíggjarliga.

Klaksvíkar Kommuna er vorðin ein stór kommuna og vil gjarna vera enn størri. Fyri at so skal vera, so krevst at meirilutin hjá Kunoyar Kommunu stemmar fyri, at vit leggja saman við Klaksvíkar Kommunu. Og áðrenn vit gera tað, so haldi eg eisini at tað er uppá sítt pláss, at tosað um fyrimunir og vansir við at ein so lítil kommuna leggur saman við eina so stóra kommunu. 

Billede
​Vansarnir kunna vera, at vit vera gloymd av Klaksvíkar Kommunu og at onki verður gjørt. Vit enda sum ein huldubygd og áðrenn ein veit av - so verður bæði Kunoy og Haraldssund avtoftað. Hetta er sjálvandi ein ræðumynd, sum vit spæla okkum við og tó, so krevst ein hugsurnarbroyting hjá okkum og at vit síggja veruleikan í eygunum. Verður tað nú heilt so galið - um vit leggja saman við Klaksvíkar Kommunu ..?

Persónliga so trúgvi eg ikki, at tað verður heilt so galið, sum ymisk fólk vilja spáa um. Sera nógv fólk úr Klaksvík hava eitt serligt tilknýti til Kunoynna og Haraldssund - og tað kemst ikki undan, at Klaksvíkar Kommuna hevur verið sera hjálpsom um vit tosað um Bakkafrost málið. Her hevur Klaksvíkar Kommuna verið so beinasom, at veitt okkum gratis vatnveiting, sum annars hevði kosta Kunoyar Kommunu sera nógvan pening um árið.

Og so trúgvi eg eisini, at teir vegin sum mangla at asvalterast eisini hevði verið gjørt og at Vegadeildin eisini hevði gjørt munandi um fríðkan av Haraldssund og Kunoy. Tosað við um Grønt Økið, so hevði tað bæði sæð grønari og nossligari út í ávíkavist Haraldssundi og Kunoy. Tað fíggjarliga hevði blóma, fólk høvdu bygt aftur á oynni og klandurin hevði forsvunnið og alt hevði verið so gott, so gott.

Og fyri at taka saman-um, so haldi eg faktist, at Føroyar sjálvt hevur alt ov nógvar smærri kommunur. Tað sæst týðiliga hvar broytingar henda og hvørjar smærri kommunur í Føroyum vera afturúr. Stoltleikin við at vera verandi ein kommuna fyri ein og hvønn prís - hóvar mær slett ikki. Tað virkar sum fyri mær, at ein heldur at tann søkkandi skútan heldur skal søkka - enn at fáa hjálp frá eini størri og sterkari skútu. 

Tað sum virkar mær enn løgnari er - at fólk sum tosast harðast um, at vera verandi ein kommuna - eru fólk sum sjálvi njóta ágóðan av, at hava sítt arbeiðið í Klaksvík. Fyri mær virkar tað eitt sindur dupultmoralskt, at fyritøkur hjá Klaksvíkar Kommunu skula syrgja fyri - at fólk úr Kunoyar Kommunu - skula fáa mat á borði. Haldi ikki tað sømir seg, at vit spæla fíggjindar við Klaksvíkar Kommunu, sum einans vil okkum úr Kunoyar Kommunu alt tað besta. 


Skuldi eg bestemma, so varð tað einans ein kommuna fyri Norðoyggjar, har umboðsfólk vóru fyri tær ymisku bygdirnar. Síðan kundu umboðsfólkini fortalt fyri Norðoya Kommunu - hvat fyri ábøtur skuldu fremjast og harvið høvdu kommunurnar spart milliónir av peningi í umsiting. Men onkustaðnis skal byrjast og hvat við, at vit taka okkum saman ..? Tosað um hesi tingini á einum Borgarafundi í Bygdahúsinum í Kunoy og eftir fundin, so kundu vit stemma um, hvussu vit vilja okkara framtíðar land skal síggja út ..? Sum ein lítil kommuna ella sum ein stór ?!?

Men nokk tos, persónliga haldi eg, at fólk úr Kunoyar Kommunu sjálvi eiga at bestemma um vit eiga at vera verandi ein kommunu ella um vit skula leggja saman. Sera einfalt og eisini sera rættvíst ..! Og verður úrsliti soleiðis, at meirilutin av Kunoyar Kommunu heldur, at vit eiga at leggja saman - so eiga kommunustýrislimirnir hjá Kunoyar Kommunu taka undir við hesum, hava ein eyka fund og síðan stemma fyri, at vit leggja saman við Klaksvíkar Kommunu. Og tekur meirilutin ikki undir við tí, so heldur leikur framm, sum leikurin nú einaferð verður leiktur og tá muga vit also liva í vónini um, at fleiri enn tvey flyta her til.


Við Atkvøðu

Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.