Jú, mín sann - eg ikki kendi mann aftur. Sjúrður Højgaard og ein annar vóru farnir sær ein túr til Kunoy, at deila bíblir út og sjálvandi varð tað talan um King James bíblian, ið her er talan um.
Eg rópti á Sjúrða ígjøgnum mítt vindeygað og bað hann og vinmannin koma og fáa sær ein kaffimunn. Eg skeinkti teimum síðan ein kaffimunn - og vit báðir sessaðust niður, at práta eina løtu. Vit prátaðu um mangt og hvat - og tað varð faktist ein hugnaligt prát vit báðir høvdu saman. Tá ið vit høvdu prátað eina løtu saman og kaffi varð drukkið liðugt, so fóru teir báðir avstað aftur, tí nakrar King James bíbliur skuldu deilast út afturat.
Sjálvt um Sjúrður Højgaard hevur sínar ógvusligu meiningar innan reglión, so hava eg eisini mínar ógvusligu meiningar innan humor - og hvørki av partunum vóru ígjár dømandi ímóti hvørjum øðrum. Tað varð bara ein dialogur ímillum tveir persónar, sum hava hvør sína meining. Og óansæð hvat, so má ein hava loyvið at hava sína meining, isje sannheit ..?
JáH (y) 27.05.2018