DR skal spara 20 prosent tey næstu fimm árini og tað svarar til góðar 740 milliónir.
Sjónvarpgjaldið skal yvir skattin og tá fær DR umleið 3 milliardir um árið til Public Service sáttmálan, sum er góðar 740 milliónir minni enn ídag.
Sjónvarpsgjaldi er nú 2.527,00 kr. um árið fyri øll, sum eru yvir 18 ár og sum hava eitt sjónvarpstól, men nú tað verður avtikið, so fer tað ígjøgnum skattin, har
persónfrádrátturin hjá hvørjum einstøkum verður koyrdir niður.
Kanska eitt gott hugskot at gjørt í Føroyum, men eg haldi vit skulu fara víðari og privatiserað Kringvarp Føroya, so vit onki sjónvarpsgjald betalti, tí sum nú er, gerð Kringvarp Føroya akkurát tað teimum passar best og førir vinstrasinnaðan politikk hvønn dag og tað má steðgast skjótast gjørligt.
Les meira, klikk her "Blå blok afskaffer licensen: Blodbad i DR"
SáH