NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sjálvstýri í Eysturoynnieigur nú at snara kanónini

2/10/2020

Comments

 
Billede
​Í grein hjá Lassa Klein í Norðlýsinum 17. september fremur hann eitt beinleiðis álop á Klaksvík og Suðuroynna, tí hesi, eftir hansara tykki, hava ov nógv almenn arbeiðspláss sammett við Eysturoynna. Ein harmilig og óskynsom útsøgn

Lasse Klein átti at vita, líka so væl sum norðoyingar og suðuroyingar, at tað er ikki í hesum økjum, tey mongu almennu arbeiðsplássini eru sett á stovn.

Í eini kanning hjá grannskoðaravirkinum Numo, umbiðin av Vinnulívsráðnum í Klaksvík í 2017, og sum varð nógv umrødd tá, sóu vit, at 81% av almenna rakstrinum lá í høvuðsstaðnum. Í Eysturoynni var parturin 2%, í Suðuroy 6% og í Norðoyggjum 7%.

Sjálvstýri í Eysturoynni, 
ímóti Norðoyggjum og Suðuroy

Vit hava eisini fyrr sæð, at fyrrverandi formaðurin í Sjálvstýri, hevur verið firtin um almenn arbeiðspláss í Klaksvík.

Eg fari at biðja Sjálvstýri í Eysturoynni, um at snara kanónini rætta vegin. Tað tykist, sum at Sjálvstýri hevur sett sær fyri at niðurgera økið í Norðoyggjum og Suðuroynni. Teir og øll onnur skulu minnast til, at flestu almennu arbeiðsplássini í Norðoyggjum eru sprottin úr innsatsi og miðvísum arbeiði frá lokalum kreftum.

Skal bara vísa á trý dømi, hvussu Klaksvík er komin til hesar uppbygdu almennu stovnarnar:
* Klaksvíkar Sjúkrahús varð sett á stovn av norðoyingum og eystara parti av Eysturoynni – við ongum landsalmennum pengum.
* Klaksvíkar Tekniski Skúli varð settur á stovn av Handverksmeistara- og Handverkarafeløgunum o.ø. í Klaksvík, har Eysturoyggin seinni kom við, m.a. tí, at Skála Skipasmiðja, sum partafelagið J. F. Kjølbro átti, leveraði hópin av lærlingum/næmingum til skúlan, og enn koma lærlingar/næmingar úr hesum økjum.
* Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn av Kvinnufelagnum í Klaksvík, eins og Handarbeiðsskúlin.

Onnur dømi eru eisini, har klaksvíkingar saman við øðrum tóku tøkini.

Søguliga gott samstarv 
ímillum Eysturoynna og Norðoyggjar 

Hyggja vit eftir tølum, serliga eftir at Norðoyatunnilin kom í 2006, hvussu føroyingar pendla ímillum økini, síggja vit, at dagliga pendla 2.668 fólk til Havnar, 518 til Eysturoynna, 314 til

Norðoyggjar og 90 fólk til Suðuroynna. (At talið til Suðuroyar er so lágt, hevur sína orsøk). Hetta vísir eina greiða miðsavning til høvuðsstaðin.

Søguliga hevur verið serstakliga gott samstarv millum Eysturoynna og Klaksvík. Miðnámsskúlin á Kambsdali er gott dømi. Eisini innan privatu vinnuna, sum t.d. Bakkafrost, Pelagos, Sílnet, Føroya Bjór, Norðoya Sparikassi, handlar sum Borg og Berglon og aðrar fyritøkur. – Eisini kann eg nevna afturat, at eg sjálv eri samánari av fyritøku í Eysturoynni.

Hvørjar orsøkirnar eru, at Sjálvstýri í Eysturoynni hevur sett kanónina á Norðoyggjar og Suðuroynna, í staðin fyri at venda hana ímóti høvuðsstaðnum, har 81% av almenna rakstrinum verður brúktur, kann eg hava mína meining um, men er óskiljandi.

Hesar útsagnir hava onki uppbyggjandi við sær, haldi eg, og átti at hildið uppat, tí hetta mennir ikki økini bæði.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin
í Klaksvíkar Býráði

Billede
Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.