nevndini í Ægir. Eg arbeiðið góðar 11-12 tímar hvønn dag og tískil strekkir ikki tíðin tilat røkja formannsessin hjá Ægir.
Har skulu stórar avgerðir takast í nærmastu framtíð og eg haldi tað vera rætt, at tann næsti formaðurin/kvinnan sleppa at taka tær avgerðirnar.
Tað hevur verið ein góð og strævin tíð sum formaður í Ægir hesaferð, men í ár hevur tað eydnast Ægir, at gerast Føroya besta lið aftur og tað er einum manni fyri at takka og tað er venjarin
hjá okkum Jamie Arro. Takk fyri tín innsats Jamie Arro.
Vi hava nógvar eldsálir í felagnum, tími ikki at nevna nakað navn, men Ægir er eitt stórt felag og har havi eg kanska svikið Ægir viðvíkjandi at geva teimum góðar umstøður, eitt nú felagshølir og venjingarhølir, men Klaksvíkar Býráð eigur høllina, so tað má vera teirra uppgáva.
Farið at ynskja Ægir alt tað besta og takka fyri tíðina í Ægir.
Símun á Høvdanum,
Fyrv. formaður í Ægir