NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Setrið uppraðfest á FLU 2022 – nýggj masterútbúgving í Dátuvísind og eyka flokkur av sjúkrarøktarfrøðilesandi

3/10/2021

Comments

 
Picture
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 verður játtanin til Fróðskaparsetur Føroya uppraðfest og hækkað við 7 mió. kr. Økta játtanin skal nýtast til at seta á stovn útbúgvingina Master í Dátuvísindum og til at taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðilesandi.

Menningin innan KT og talgilding gongur við tí rúkandi ferð. Tí alneyðugt at styrkja um KT útbúgvingarnar í Føroyum, fyri at nøkta tørvin á kvalifiseraðum KT fólki, bæði í vinnuni og hjá tí almenna, og fyri styrkja okkara kappingarføri sum samfelag.

Jenis av Rana landsstýrismaður

Tørvur á at styrkja KT útbúgvingar í Føroyum

Tørvurin á KT fólki er støðugt vaksandi í Føroyum, og eitt nú KT-felagið hevur víst á tørvin á at útbúgva fleiri KT fólk á bachelor og master stigi.

Økta játtanin til Fróðskaparsetrið skal nýtast til at fyrireika og seta á stovn útbúgvingina Master í Dátuvísindum. Ætlandi byrja fyrstu masterlesandi í Dátuvísind í seinasta lagi 2023.

Í 2022 byrjar aftur ein flokkur av bachelorlesandi í KT-verkfrøði, og ætlanin er, at Fróðskaparsetrið á hvørjum árið skal taka upp ein flokk av bachelorlesandi í KT-verkfrøði.

”Tað er umráðandi at politiska skipanin hevur ein munagóðan útbúgvingarpolitikk, sum tekur hædd fyri tørvunum hjá okkara samfelag,” sigur Jenis av Rana landsstýrismaður. “Menningin innan KT og talgilding gongur við tí rúkandi ferð. Tí alneyðugt at styrkja um KT útbúgvingarnar í Føroyum, fyri at nøkta tørvin á kvalifiseraðum KT fólki, bæði í vinnuni og hjá tí almenna, og fyri styrkja okkara kappingarføri sum samfelag.”

Tørvur á fleiri fakfólki innan vælferðarøkini

Búskaparráðið hevur í kanning víst á at komandi 10 árini fer tørvurin á fakfólki innan vælferðarøkini at vaksa nógv, eitt nú innan heilsuøki og eldrarøktina. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tí tikið avgerð um at uppraðfesta at útbúgva fleiri innan hesi øki.

Økta játtanin til Fróðskaparsetrið skal tí eisini nýtast til at taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðilesandi, so tað longu frá 2022 verða tiknir upp tveir flokkar, og málið er at taka upp tveir flokkar á hvørjum ári.

Somuleiðis verður játtanin til Miðnám í Suðuroy hækkað, so møguleiki verður taka inn tvær ferðir árliga til heilsurøktaraútbúgvingina á Heilsuskúlanum í Suðuroy.

Útbúgvingarnar av heilsuhjálparum og námsfrøðingum verða nærri útgreinaðar, sum liður í ætlanunum at útbúgva fleiri innan hesi øki.

“Tað er eyðsæð at neyðugt er at útbúgva fleiri fakfólk til vælferðarøkini komandi árini, um vit skulu varðveita eitt gott tænastustøði, og at vit beinanvegin taka neyðug stig,” sigur Jenis av Rana landsstýrismaður.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.