Sjúkrahúsverkið ger nú ymsar tillagingar í virkseminum vegna støðuna við koronu. Avgerð er tikin um at avmarka tær elektivu skurðviðgerðirnar á øllum trimum sjúkrahúsunum. Endamálið er at fáa fleiri hendur til at taka sær av sjúklingum við koronu og fáa til vega fleiri seingjarpláss.
Hetta merkir, at alt planlagt skurðvirksemi, ið ikki er akutt - og sum krevur seingjarpláss - verður útsett. Dagskurðviðgerðir halda fram sum vanligt.
Hesi skulu hava eina feska negativa koronukanning við
Eisini eru tað fleiri, ið skulu hava eina negativa koronukanning, sum ikki er eldri enn 48 tímar, við, tá ið tey koma til kanningar ella viðgerð. Tey eru:
• Sjúklingar, sum skulu til elektivar skurðviðgerð ella skopi-kanningar. Eisini børn.
• Ambulantir sjúklingar, sum skulu til lungafunktiónskanning
Verið í masku fyri munn og nøs
Sjúkrahúsverkið heitir samstundis á øll, ið hava ørindi á sjúkrahúsinum, at vera í masku fyri munn og nøs. Eisini tey, ið skulu koppsetast skulu vera í masku.
Avmarkingar eru framvegis galdandi fyri avvarðandi og onnur, sum ætla sær at vitja deildunum. Heitt verður á avvarðandi hjá innløgdum sjúklingum á øllum trimum sjúkrahúsunum, at avmarka vitjan so vítt til ber, meðan smittutølini í landinum eru høg.
Vitjandi skulu ringja til deildina, áðrenn tey koma og hesa vikuna skulu øll vitjandi í masku ímeðan vitja verður. Vitjandi, sum ikki eru koppsett og hava verið uttanlands, skulu hava negativa COVID-19 kanning at vísa á, áðrenn tey koma at vitja á sjúkrahúsunum.
Heilsumálaráðið