
Royndi at koyra ein túr frá Helnabrekku og til Maverick Barr og tað var sera illa komandi fram, men eg kláraði tað, tí høvuðsvegirnir eru gravaðir, men fert tú á ein síðuveg, so stendur tú fastir, tí teir flestu av síðuvegunum eru ikki gravaðir enn, men teir eru ígongd við tað.
Gravmaskinurnar royna tað besta tær kunnu, fyri at hava vegirnar koyribarar, men illa gongst. Tað kemur nógvur kavi niður alla tíðina og tað rýkur sera nógv.
Á landsveginum er heldur ikki serliga væl koyrandi og hetta skrivar Landsverk um koyrilíkindindi:
Tað er hált um alt landið. Tað er ikki koyrandi millum Tórshavn - Kirkjubø og til Velbastaðar. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og á Gjáarvegnum. Og tað er nógv jarðrok í ælunum. Annars verður heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.
Bygdaleiðir hevur avlýst fleiri leiðir, klikk her "Avlýsing Leið 701, 101 og 600"
SáH