Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt tríára sáttmála við Føroya Skipara- og Navigatørfelag fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.
Semjan er fyri navigatørar, ið sigla við skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins og Havstovuni. Hækkingarnar í løn og eftirløn eru á sama støði sum hjá øðrum feløgum, ið hava gjørt semju fyri hetta tíðarskeiðið.
Avtala er eisini gjørd um, hvussu navigatørstørvini umborð á nýggja havrannsóknarskipinum, Jákup Sverri, og nýggju tríkiljuni verða lønt.
Fíggjarmálaráðið