Allir tilburðir eru av kendari smittuketu.
867 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er gjørdar 276.360 kanningar.
718 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 48 persónar smittaðir við koronu, og 504 fólk eru í sóttarhaldi.
Heilsumálaráðið