Tað er enn óvist, hvussu fimm teirra eru blivin smittað. Helst hava tey fimm verið í sambandi við hvør annan. Ein persónur hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanning á triðja degi. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 839 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 201.388 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 620 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 564 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 56 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið