Fimm teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónar er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning á sætta degi eftir komu. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 864 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 192.496 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 567 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 41 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna
Heilsumálaráðið