
Fyrverandi borgmeistarin Steinbjørn Jacobsen støvsúgvaði. Primus motor Kristian Martin Rasmussen lossaði teir seinastu stólarnir inn. John Heinesen stríddist við ledningar. Pauli Heinesen bar vørur inn, Páll Klein Rasmussen stríddist uttanfyri, gamli grannin hjá mær Miriam Vitalis støvsúgvaði á loftinum og ein kundi við at nevnt nøvn, men eitt høvdu tey øll til felags og tað var at fáa alt so reint og ruddiligt, til allar teir mongu gestirnar ídag.
Norðoya Portalurin og undirriaði ynskir Betesda góðan byr og lat Harran signa nýggja Betesda.
SáH