
Magni Arge svaraði aftur við at vísa á lygnurnar, sum ymiskir felagskapir hava roynt at koyrt á okkum og eisini blivu spurningar settir av ymiskum fólkið til Cornelissen, um hann ikki vildi viðurkenna okkum føroyingar, og okkara rætt at veiða burðadygga grindahval. Hann megnaði ikki serliga væl at tosað seg vekk
frá tí - men segði at hann fór ikki at bakka ein tumma og at teir fóru at blíva við at koma til Føroyar, so leingi vit drepa grind.
Hoyringin gekk ordiliga gott og her vóru vit føroyingar nógv størri & sterkari enn Sea Shepherd - og eg fari at enda við orðum hjá Tove Askham um fundin: Frálíkt. Upplýsandi, siðiligt, og SS varð væl grillað, bæði frá føroyskari og danskari síðu.
JáH (y) 18.11.2015