NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Samhuga skriv til manningina á Sjúrðarberg

8/5/2017

Comments

 
Billede
Hava hugsað um hvat tað er, sum fær fólk til at blíva so destruktiv, sum henda samgongan nú einaferð er, at vilja sora fiskivinnuna sundur nú hon koyrir betur enn menn vita um.

Hesi 17 sum sita í samgongu kundu farið í søguna, sum tey ið gjørdu tað møguligt at endurnýggja fiskiflotan, men tey velja heldur tað øvuta, skilji tann sum skilja vil.

Her verður tosað um samgonguna sum eina homogena eind men tað er nú ikki heilt rætt, tí har eru tvær suðuroyar hetjur,  sum hava sæð ljósið, teir sóu úlvin sjálvt um hann var í "fåre klæder" sum danskarar siga, og fingu bjargað sínum upp á turt, men hvar eru norðoyar tingfólkini sum eru í samgonguni  í øllum hesum.

Hvussu kann tað vera at teir har suðri kundi síggja at uppskoti í verandi líki fór at verða ein vanlukka fýri teirra øki, og okkara samgonguumboð halda at tað er super, at vit sum sigla hjá J.F.K koma at missa hýruna og har við livið – breyðið hjá okkara familjum.

Hava tey sæð seg ill inn á J.F.K ella hvat, vit standa spyrjandi? 

Tað eru 64 familjur kring alt Føroya land sum fáa sína árligu inntøku umborð á Gadus, tað vil siga 2 heilar manningar.

Hetta letur seg gera, tí vit hava tað kvotu sum vit nú einaferð hava, og tí kunnu vit hava eitt familju lív.

Um kvoturnar verða skerdar sum landsstýrið vil er ikki pláss fyri 2 manningum og teir sum verða eftir mugu sigla so at siga hvønn túr fyri at fáa tað at hanga saman.

Hví fara aftur til slupp tíðina tá aðrir møguleikar eru?

Annars so sær tað út til at fiskimálaráðharrin hevur sitið og roknað út hvussu nógv hvørt skipið skal hava fyri at klára seg, fyri síðan at geva hvørjum aktøri so mikið at hann akkurat yvirlivir ella helst doyr, tí eitt er givið, ongin yvirlivir við bert 20% av einari Barentshavs kvotu, og als ikki um tú hugsar um at byggja eitt nýtt skip fyri 280 mil., sum er prísurin fyri eitt slíkt.

Nú rentan er søguliga lág, og skipasmiður kring heimin hava lítið at gera, so hevði  tað verið ein gyltur møguleiki at bygt nýtt, men nei tað skal ikki vera, vit skulu sigla við okkara gomlu dangum til alt steðgar  av sær sjálvum, stendur tað til hetta landsstýrið.

Listi okkum at sjá, hvussu nógv kemur í landskassan tá.

Manningin á Gadus  

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.