NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Saman til frama fyri sterkari Norðurlondum

7/7/2022

Comments

 
Picture
Tað er summar í Norðurlondum. Aftaná eina tíð við nógvum avmarkingum kunnu vit aftur gleða okkum um tað sum eyðkennir bæði gerandisdagin og frítíðina í Norðurlondum: Opin samfeløg , frí ferðing og tøtt sambond millum Danmark, Finnland, Íslandi, Noreg, Svøríki, Føroyar, Grønland og Áland.

Men baktjaldið er álvarsamt. Vit hava júst verið gjøgnum eina heilsukreppu, ið hevur rakt øll okkara samfeløg. Russiska innrásin í Ukraina minnir okkum á, at kríggj á okkara nærleiðum ikki bara er ein teoretiskur møguleiki. Tá ið vit møta kreppum av ymsum slagi, skilja vit, hvussu týdningarmikið tað er at arbeiða saman við okkara nærmastu samstarvsfeløgum um at handfara avbjóðingarnar - í og saman við ES og NATO, og í okkara norðurlendsku familju.

Lond okkara eru knýtt tætt saman gjøgnum felags arbeiðsmarknað, búskap og handil, ferðavinnu, mentan og politikk. Alt hetta, frá tí yvirskipaða samfelagsliga til tað gerandisliga fyri okkum sum einstaklingar, ger Norðurlond til eitt samrunnið øki. Hetta er eindømi.

Tann fría flytingin og samanrenningin, sum vit vanliga taka fyri givið hvønn dag, mátti standa sína roynd, tá umfarssóttin kom. Í øllum okkara londum vórðu gjørd víðfevnd átøk fyri at verja lív og heilsu. Vit kunnu bara siga sum er, at tað tíðum var trupult at viga fyri og ímóti, tá avgerðir skuldu takast. Tey ymisku átøkini til tess at berja umfarssóttina vóru krevjandi fyri øll, sum hava fyri neyðini at ferðast frítt millum lond okkara, ikki minst fyri tey, sum hava sett búgv í okkara marknaøkjum. Og tey eru nógv í tali.

Norðurlendskt samstarv
Fyribils avmarkingarnar og ymisku tilgongdirnar í teimum ymsu londunum høvdu nýggjar avbjóðingar við sær fyri norðurlendska samstarvið. Vit hjálptu hvørjum øðrum í eini krevjandi tíð, og umfarssóttin minti okkum á, hvussu bundin vit eru at hvørjum øðrum og á týdningin av okkara samstarvi. Tá ið vit standa við kríggi í Evropa, sum er íbirt av ágangi frá einum av okkara grannalondum, síggja vit í dag enn týðiligari, hvussu týdningarmikið og virðismikið hetta norðurlendska samanhaldið er. Tað skulu vit verja, men meira enn tað: Nú er tíðin komin at styrkja tað norðurlendska samstarvi.

Tá ið vit skulu gera samstarv okkara enn sterkari skulu vit nýta lærdómin frá okkara royndum frá teimum síðstu tveimum árunum, bæði teimum góðu og teimum minni góðu. Hetta arbeiðið er longu farið í gongd. Og vit vita, at tað hevur breiðan stuðul. Sambært kanning frá summarinum 2021 halda 86 prosent av íbúgvunum  í Norðurlondum, at norðurlendska samstarvið er týdningarmikið ella sera týdningarmikið. 60 prosent ynskja meira samstarv, meðan einans eitt prosent ynskir minni samstarv.

Trygd, kreppuhandfaring, umhvørvi og veðurlag eru nøkur av økjunum, har íbúgvarnir í Norðurlondum ynskja meira samstarv. Hetta eru spurningar, ið snúgva seg um okkara trygdarkenslu, nakað sum ikki kemur óvart, tá hugsað verður um u tíðina, og tíðina vit liva í. Borgararnir í Norðurlondum hava gjørt greitt, at tey vænta, at Norðurlond stíga fram meira savnaði og samskipað, tá ið ein kreppa kemur. Hetta eru signal, sum vit norðurlendsku samstarvsráðharrar taka til okkum.

Heimsins mest burðardygga og samrunna øki
Tí er eitt styrkt norðurlendskt kreppusamstarv nú ein megintáttur í orðaskiftum okkara í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Tá ið vit hittust í Halden síðst í juni mánaði samtyktu vit eina yvirlýsing, har vit leggja dent á okkara ábyrgd sum samstarvsráðharrar, millum annað fyri at fremja tað norðurlendska sjónarhornið í okkara stjórnum, tá kreppustøður íkoma. Vit skulu tosa betri saman, áðrenn vit taka a avgerðir í okkara stjórnum,  sum viðkoma tí  fríu flytingina. Hetta skal tann til eina og hvørja tíð sitandi formansskapurin syrgja fyri. Í ár eigur Noreg ábyrgdina. Næsta ár eigur Ísland tørn.

Vit hava eina sterka felags trúgv á norðurlendska samstarvið og fyrimunirnar viðtí. Vit hava nógv at vinna við djúpgongdum samstarvi. Íbúgvarnir í Norðurlondunum  eru tilsamans 30 milliónir í tali, men savnað sæð eru Norðurnlond ellivinti størsti búskapur í heiminum. Í samstarvi innan Norðurlond skapa vit eitt hátøkniligt og nýskapandi øki, ið gongur á odda í alheims umskiftinum á veðurlagsøkinum og skapa fleiri grøn arbeiðspláss.

Saman eru vit sterkari og saman kunnu vit eisini vera betri búgvin til næstu kreppu – og í øllum gerandisdøgunum millum kreppurnar. Vit arbeiða miðvíst fyri at gera visjónina um Norðanlond sum heimsins mest burðardygga og samrunna øki til veruleika. Saman til frama fyri  sterkari Norðanlondum.

Undirritað av teimum átta norðurlendsku ráðharrunum:
Flemming Møller Mortensen, Danmark
Thomas Blomquist, Finnland
Guðmundur Ingi Guðbrandsson, Ísland
Anne Beathe Kristiansen Tvinnereim, Noreg
Anna Hallberg, Svøríki
Kaj Leo Holm Johannesen, Føroyar
Vivian Motzfeldt, Grønland
Annette Holmberg-Jansson, Áland

Heilsumálaráðið

(Mynd: Norges Utenriksdepartement)

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.