
Í dag er altjóða sálarheilsudagur, og í hesum sambandi verður nógv ljós varpað á týdningin av sálarheilsu í samfelagnum. Hetta er eitt evni, sum eisini verður sett enn meiri á breddan í Klaksvíkar kommunu komandi tíðina í samband við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum.
– Talan er um eina verkætlan hjá Fólkaheilsuráðnum, har okkara leiklutur sum kommuna og samstarvsfelagi er at menna og seta okkara dám á verkætlanina, soleiðis at hon verður tillagað eftir tørvinum í nærumhvørvinum, greiðir Beinta Klakstein frá.
Anja M. Olsen er cand.pæd. og starvast sum námsfrøðiligur ráðgevi í Klaksvíkar kommunu. Hon umboðar kommununa í verkætlanini, sum varpar ljós á sálarheilsu í breiðasta týdningi, og í løtuni verður kannað, hvussu verkætlanin ítøkiliga skal fremjast í Klaksvíkar kommunu.
– Sálarheilsa kann vera so nógv ymisk ting, og møguleikarnir eru óendaligir í mun til, hvat vit kunnu leggja dent á og hvussu tað kann gerast. Í fyrstu atløgu leggja vit dent á at arbeiða miðvíst fyri, at sálarheilsa verður ein náttúrligur partur av okkara tonkum, tá ið vit eru um hvønn annan í gerandisdegnum, og tað kann gerast uppá nógvar ymiskar mátar, sigur Anja M. Olsen.
Meira kunning um verkætlanina “ABC fyri sálarliga heilsu” er tøk á heimasíðuni www.folkaheilsa.fo, og har ber somuleiðis til at lesa um aðrar samstarvandi partar í verkætlanini í Føroyum.