Tíbetur vóru tveir eftirlitsmenn hjá Maverick av tilvild í Maverick júst tá og fingu teir tamarhald á støðuni, inntil Politi kom á staðið.
Russarin var pillsvakur og hann langaði nevnan ígjøgnum glasið á hurðini í Maverick og tað førdi við sær at hann sjálvir kom til skaða og bløddi um alla hondina og armin, har hann so aftaná mátti á Klaksvíkar Sjúkrahús til viðgerðar.
Roknast kann við at russarnir sigla við einum av hesum skipunum, sum liggja a Norðhavnini júst nú.
Sjálvir kom eg á staðið sindur yvir kl. 01.00 í nátt og tá hevði arbeiðsfólki hjá mær vaska blóðið burtur og sett fyri vindeyga.
Tosaði við Politi, bæði í Tórshavn og Klaksvík um støðuna. Hvat víðari hendir við málinum er upp til Politið, men politikkurin hjá Maverick er, at um onkur gerð seg inn á Maverick ella slær inni í Maverick ella garðinum, so skal tað fáa fylgur fyri viðkomandi.
Slíkur tilburður kann fáa ómetaligan stóra avleiðing fyri russiska sjómannin, so kanska tað, at hann mátti á Sjúrkahúsið til viðgerðar er straffur nokk fyri hann.
SáH