Norðoya Portalurin var og heilsaði uppá og vóru starvsfólkini sera blíð, har tey bjóðaði pinnamat og Cider.
Hølini vóru ljós og stór og úrvalið væl størri enn í Rúsuni á Bøgøtu.
Nú er at vóna at Rúsan í Klaksvík eisini ferð at hava somu upplatingartíðir sum Rúsan í Tórshavn, tí sjálvandi skal tað ikki vera munir á viðskiftafólkunum í Tórshavn og Klaksvík.
Upplatingartíðirnar í Tórshavn eru mánadag - fríggjadag kl. 10.00 - 17.30 og leygardag kl. 10.00 - 14.00.
Norðoya Portalurin ynskir Rúsuni góða eydnu við nýggju hølunum.
SáH