NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Rúsdrekka er triðjstørsti vandabólkurin tá ið talan er um sjúku og deyða

15/3/2014

Comments

 
Picture
Í Evropa er rúsdrekka tann triðjstørsti vandabólkurin, tá ið talan er um sjúku og deyða vísa tøl, sum felagsskapurin Eurocare kemur við. 

Eurocare (The European Alcohol Policy Alliance) er eitt netverk við yvir 50 felagsskapum í Evropa, ið arbeiðir við fyribyrging og avmarking av skaðaárinum av rúsdrekka. Felagsskapurin sigur, at rúsdrekka kann vera ein orsøk til 60 ymiskar sjúkur, millum annað: krabbamein, livrasjúkur, hjarta-kar-sjúkur, lungasjúkur, vødda og beinagrindssjúkur eins og aðrar sjúkur. Bæði mongdin, hvussu leingi ein hevur drukkið eins og títtleikin kann økja um vandan fyri rúsdrekkaelvandi skaðum.
Rúsdrekka kann ávirka menningina av heilanum og serliga um persónurin er ungur, og tekur stórar mongdir av rúsdrekka, kann tað ávirka heilakapasitetin.

Í 2006 kom Evropa-kommisiónin við eini 400 síður langari frágreiðing um hvørja ávirkan rúsdrekka hevði á heilsuna, sosiala og fíggjarliga økið í Evropa. Niðurstøðan í frágreiðingini var, at hvørt ár tekur rúsdrekka lívið av 115.000 fólkum í Evropa, og at tað kostar ES samveldinum 125 billiónir evrur. Eisini International Agency for Research on Cancer, ið er partur av heimsheilsustovninum WHO sigur, at rúsdrekka kann elva til krabbamein. Nøkur kanningarúrslit vísa, at 10 prosent av krabba hjá monnum og 3 prosent hjá kvinnum kunnu svava frá rúsdrekkanýtslu. 

Aðrar kanningar koma við hægri tølum. Millum annað vísir Dr. Nancy Snydermann á, at kanningar í Onglandi vísa, at 13 prosent av krabba hjá kvinnum kunnu stava av rúsdrekkanýtslu. Sí meira um tað her:

Leygardagin 15. mars kl. 16 skipar Blái Krossur Føroya fyri almennum pallborðsfundi í Ósaskúlanum í Klaksvík, har júst evnið: ”Skaðaárin av rúsdrekka og rúsevnum” verður viðgjørt. Við pallborðið sita Pál Weihe, fólkaheilsuráðið, Annika Olsen, landsstýriskvinna, Birni Hansen, lækni og Annbjørg á Høvdanum, sálarfrøðingur. Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.

Keldur:
http://eurocare.org/resources/policy_issues/alcohol_related_diseases
http://eurocare.org/media_centre/press_releases/landmark_eu_report_shows_the_full_burden_of_alcohol_in_europe
http://www.alcoholandcancer.eu/facts/
http://www.youtube.com/watch?v=wiOeiDNsNvU 



Skrivað hevur: Frants Jensen fyri Bláa Kross

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.