Í mun til býráðsarbeiðið er kanska áhugavert at nevna, at Rógvi er sonur Steinbjørn O. Jacobsen, sum var býráðslimur í samanlagt 24 ár, frá 1997 til 2020, harav 8 ár sum borgarstjóri árini 2001-2008. Sostatt kann staðfestast, Rógvi hevur kommunupolitikk í æðrunum, og nú hevur hann fyri fyrstu ferð tikið sæti. Rógvi Jacobsen er útbúgvin timburmaður og er sjálvstøðugur vinnurekandi.
- Hesaferð verður tað bert í nakrar mánaðir, men eg síggi fram til at gera mær nakrar royndir í býráðsarbeiði, sum altíð hevur havt mín stóra áhuga, sigur Rógvi í stuttari viðmerking.
Væntandi verður avloysaratíðarskeiðið fram til í summar.
Klaksvíkar Kommuna